Loyvir tú Gudi at svara tínum bønum?

Skrivað: Unn Breyt Kass

Fyri tíð síðan, var eg í eini støðu, har tað kendist, sum at alt gekk mær ímóti. Eg bað til Gud um hjálp, men hann svaraði mær ikki; í hvussu er ikki soleiðis, sum eg ynskti, at hann skuldi svara. Tá eg so veruliga var sokkin langt niður og kendi meg at vera í dýrastu neyð, hevði eg onki annað val, enn at rópa til hansara og yvirgeva meg. Og hvat hendi? Eg hoyrdi hansara svar til mín. Eg var innløgd á sjúkrahúsið, fyri 3-4 ferð yvir stutta tíð og var við at missa mótið. So fekk eg tvey mannakorn, meðan eg lá har, niðurtyngd, í sjúkrasongini:

”Støðugt skal Harrin leiða teg og metta teg í oyðisondum; hann gevur tær kraft av nýggjum, tú verður sum vatnríkur aldingarður, sum kelduvað, har vatnið ongantíð trýtur” (Jes 58,11).

”Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum; teir líta á teg, ið kenna títt navn, tí ikki tú sveikst teir, ið á teg heita, Harri” (Sálm 9,10-11).

Hetta var sanniliga ein kærkomin heilsan at fáa frá Gudi. Og hetta bleiv eisini ein áminning til mín, at hóast eg ikki fekk bønarsvarið, sum eg vildi hava (at vera frísk), so vildi Gud minna meg á, at hann ongantíð var farin frá mær.

Tað ræður um hjá okkum at loyva Gudi at svara okkum og ikki bara seta okkum at bíða eftir tí bønarsvarinum, sum vit vilja hava.