Lukas 10,17-24

 

Teksturin í dag er Lukas 10,17-24

Jørgen Andreasen lesur.

v17 Men teir sjúti komu glaðir aftur og søgdu: «Harri, eisini hinir illu andarnir vóru okkum undirbrotligir í navni tínum.» v18 Men hann segði við teir: «Eg sá Sátan falla niður av himni eins og eitt snarljós. v19 Sí, eg havi givið tykkum vald til at traðka á ormar og drekar og á alt fíggindans veldi, og einki skal verða tykkum at minsta meini. v20 Men gleðist ikki um tað, at andarnir eru tykkum undirbrotligir, gleðist heldur um tað, at nøvn tykkara eru uppskrivað í himlunum.» v21 Í teirri somu stund gjørdist hann glaður í heilagum anda og segði: «Eg lovi tær, faðir, harra himins og jarðar, fyri at tú hevur fjalt hetta fyri vísum og vitrum og opinberað tað fyri ómyndingum. Ja, faðir; tí at soleiðis hendi tað, sum tær líkar best. v22 Alt er mær givið í hendur av faðir mínum, og eingin veit, hvør sonurin er, uttan faðirin, ella hvør faðirin er, uttan sonurin og tann, sum sonurin vil opinbera hann fyri.» v23 Og hann vendi sær til lærusveinar sínar einsæris og segði við teir: «Sæl eru tey eygu, sum síggja tað, ið tit síggja! v24 Tí at eg sigi tykkum, at mangir profetar og kongar vildu fegnir síggja tað, sum tit síggja, og fingu tað ikki at síggja, og hoyra tað, sum tit hoyra, og fingu tað ikki at hoyra.»