Lukas 11,33-36

 

Teksturin í dag er Lukas 11,33-36

Pól Jóhannessen lesur.

Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.

33 Eingin tendrar eina lampu og setir hana í kjallarar ella undir eina krukku, men hon verður sett soleiðis, at øll sum inn koma, síggja hana. 34 Likam títt fær ljós ígjøgnum eyguni. Eru eyguni klár og rein, verður alt likamið ljóst. Men er eygu tíni full av óndskapi, er eisini likam títt myrkt. 35 Ansa eftir, at ljósið í tær ikki verður myrkur. 36 Er nú alt likam títt ljóst, og eingin partur er myrkur, tá verður tað, sum eitt ljós lýsir á teg við bjarta skini sínum.”

Teksturin frá biblia.fo

v33 Eingin, sum tendrað hevur eitt ljós, setir tað inn í skotið ella undir skeppumálið, men í ljósastakan, so at tey, sum koma inn, kunnu síggja skinið av tí. v34 Eyga títt er ljós likamsins; tá ið eyga títt er frískt, tá er eisini alt likam títt ljóst; men er tað sjúkt, tá er eisini likam títt myrkt. v35 Síggj tí til, at ljósið, sum tær er í, ikki er myrkur! v36 Um tí alt likam títt er ljóst og eingin partur av tí er myrkur, tá skal tað verða ljóst alt sum tað er, líkasum tá ið ljósið við síni glæmu lýsir á teg.»