Lukas 11,37-54

 

Teksturin í dag er Lukas 11,37-54

Andrias Magnussen lesur.

v37 Men tá ið hann hevði talað, beyð ein Fariseari honum at eta døgverð hjá sær; og hann fór inn og settist til borðs. v38 Men Farisearin undraðist, tá ið hann sá, at hann ikki hevði tváað sær fyrst undan máltíðini. v39 Men Harrin segði við hann: «Tit Farisearar reinsa nú bikarið og fatið uttan; men innan eru tit fullir av ráni og illskapi. v40 Tykkara býttlingar! Tann, sum gjørdi tað, ið er uttaná, gjørdi hann ikki tað við, ið er innaní? v41 Men gevið tað í olmussu, ið er innaní, og sí, tá er alt samalt reint hjá tykkum! v42 Men vei tykkum, tit Farisearar, tí at tit lata tíggjund av myntu og rútu og alskyns urtum, men tit leggja eftir rættferðina og kærleikan til Guðs. Hetta átti at verið gjørt og hitt ikki verið ógjørt. v43 Vei tykkum, tit Farisearar, tí at tykkum líkar teir fremstu sessirnar í samkomuhúsunum og heilsanir á torgunum! v44 Vei tykkum, tí at tit eru eins og ókenniligar gravir; fólk ganga oman á teimum, og vita ikki av tí.» v45 Men ein av hinum lógkønu tók til orða og sigur við hann: «Meistari, tá ið tú sigur hetta, tá háðar tú okkum við.» v46 Men hann segði: «Vei tykkum við, tit lógkønu, tí at tit byrða fólk við byrðum, ringar at bera; men sjálvir vilja tit ikki nerta byrðarnar við einum fingri tykkara. v47 Vei tykkum, tí at tit byggja upp leiði profetanna, meðan fedrar tykkara drópu teir. v48 So geva tit tá verkum fedra tykkara vitnisburð og samtykkja í teimum, við tað at teir drópu teir, men tit byggja leiðini upp. v49 Tess vegna hevur eisini vísdómur Guðs sagt: «Eg vil senda til teirra profetar og ápostlar, og summar av teimum skulu teir taka av døgum og summar skulu teir forfylgja, v50 til tess at alt tað profetablóð, sum helt hevur verið út, frá tí at heimurin var grundaður, skal verða kravt av hesi slekt, v51 frá blóði Ábels líka til blóð Sakariasar, sum varð dripin millum altars og tempuls; ja, tað sigi eg tykkum, tað skal verða kravt av hesi slekt. v52 Vei tykkum, tit lógkønu, tí at tit hava tikið burtur lykil kunnugleikans. Sjálvir eru tit ikki farnir inn, og teimum, sum ætlaðu sær inn, hava tit forðað.» v53 Og tá ið hann var farin út haðani, fóru hinir skriftlærdu og Fariseararnir at ganga hart at honum og at fregna hann um ymist, v54 alt meðan teir lúrdu eftir honum fyri at lofta einumhvørjum av munni hansara.