Lukas 1,18-25
Teksturin í dag er Lukas 1,18-25
Jørgen Andreasen lesur.
v18 Og Sakarias segði við eingilin: «Av hvørjum skal eg vita hetta vist? Tí at eg eri ein gamal maður, og kona mín er komin væl til aldurs.» v19 Og eingilin svaraði og segði við hann: «Eg eri Gabriel, sum standi fyri andliti Guðs, og eg eri sendur út at tala til tín og at bera tær hesi gleðiboðini. v20 Og sí, tú skalt verða málleysur og ikki fáa talað inntil tann dag, tá ið hetta hendir, aftur fyri at tú ikki trúði orðum mínum, sum tó skulu ganga út, tá ið teirra tíð er.» v21 Og fólkið stóð og bíðaði eftir Sakariasi, og tey undraðust yvir, at hann dvøldist so leingi í templinum. v22 Men tá ið hann kom út, fekk hann ikki talað til teirra, og tey fataðu tá, at hann hevði sæð eina sjón í templinum; og hann gjørdi tekin til teirra og varð verandi málleysur. v23 Og tað hendi, tá ið tænastudagar hansara vóru lidnir, fór hann heim til sín sjálvs. v24 Men eftir hesar dagar varð Elisabet kona hansara við barn; og hon fjaldi seg í fimm mánaðir og segði: v25 «Soleiðis hevur Harrin gjørt við meg teir dagar, tá ið hann leit til mín fyri at taka burtur skomm mína millum manna.»