Lukas 12,1-12
Teksturin í dag er Lukas 12,1-12
Andrias Magnussen lesur.
v1 Men um tað mundið, tá ið mannfjøldin hevði tyrpst saman í túsundtali, so at hvør varð undir traðkaður av øðrum, tók hann til orða og segði við lærusveinar sínar: «Varið tykkum fram um alt fyri súrdeiggi Farisearanna, tí at tað er svik og fals. v2 Men einki er fjalt, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt. v3 Tess vegna skal alt tað, sum tit hava talað í myrkri, verða hoyrt í ljósi, og tað, sum tit hava lýtt í oyruni í kømrum, verða kunngjørt uppi á tekjunum. v4 Men eg sigi tykkum, vinir mínir, óttist ikki teir, sum sláa likamið í hel og so ikki longur eru mentir at gera nakað meir; v5 men eg skal sýna tykkum, hvønn tit skulu óttast. Óttist hann, sum aftan á at hann hevur dripið, hevur vald til at kasta í helviti. Ja, tað sigi eg tykkum, óttist hann. v6 Verða ikki fimm spurvar seldir fyri tveir skillingar? og ikki ein teirra er tó gloymdur hjá Guði. v7 Ja, um tað so eru hárini á høvdi tykkara, so eru tey tøld øll somul. Óttist ikki, tit eru meira verdir enn mangir spurvar. v8 Men eg sigi tykkum: Hvør tann, sum kennist við meg fyri monnum, hann skal eisini menniskjusonurin kennast við fyri einglum Guðs. v9 Men tann, sum avnoktar meg fyri monnum, hann skal verða avnoktaður fyri einglum Guðs. v10 Og hvør tann, sum mælir orð móti menniskjusoninum, honum skal tað verða fyrigivið; men honum, sum talar spottandi móti andanum heilaga, skal tað ikki verða fyrigivið. v11 Men tá ið tey fara við tykkum inn í samkomuhús síni og inn fyri teir, sum ráðið og valdið hava í landinum, tá stúrið ikki fyri, hvussu ella við hvørjum tit skulu verja tykkum, ella hvat tit skulu siga. v12 Tí at heilagi andin skal læra tykkum á somu stund tað, sum tit eiga at siga.»