Lukas 12,35-48
Teksturin í dag er Lukas 12,35-48
Andrias Magnussen lesur.
v35 Lendar tykkara veri gyrdar, og ljós tykkara veri brennandi! v36 Og verið tit sjálvir líkir monnum, sum bíða eftir húsbónda sínum, tá ið hann kemur heim aftur úr brúdleypi, at teir við tað sama, tá ið hann kemur og bankar á dyrnar, kunnu lata honum upp. v37 Sælir eru teir húskallar, sum húsbóndin finnur vakandi, tá ið hann kemur. Sanniliga sigi eg tykkum, at hann man gyrða seg og seta teir til borðs og fara at borðreiða fyri teimum. v38 Og um hann kemur á miðjari nátt, og um hann kemur í lýsing og finnur teir soleiðis, sælir eru teir. v39 Men hetta skilja tit, at hevði húsbóndin vitað, hvønn tíma tjóvurin kom, tá mundi hann vakið og ikki latið verið innbrot í hús síni. v40 So verið tit tá búnir, tí at tann tíma, sum tit ikki halda, kemur menniskjusonurin!» v41 Men Pætur segði við hann: «Harri, er tað okkum, tú sigur hetta líknilsi, ella øllum øðrum eisini?» v42 Og Harrin segði: «Hvør er tá hin trúgvi og hygni húskallur, sum húsbóndin man seta yvir húsfólk sítt at geva teimum verðir teirra á rættum tíma? v43 Sælur er tann húskallur, sum húsbóndin finnur gerandi soleiðis, tá ið hann kemur. v44 Sanniliga sigi eg tykkum, hann skal seta hann yvir øllum tí, hann eigur. v45 Men um hesin sami húskallur sigur í hjarta sínum: «Húsbóndi mín man verða drúgvur at koma;» og hann tá fer at sláa dreingirnar og arbeiðiskonurnar og at eta og drekka og stoyta seg fullan, v46 tá skal húsbóndin hjá tí húskalli koma ein dag, hann ikki væntar, og ein tíma, hann ikki veit av, og høgga hann sundur í tógvar lutir og lata hann fáa lut sín við hinum ótrúgvu. v47 Men tann húskallur, sum veit vilja húsbónda síns og einki hevur gjørt til reiðar ella gjørt eftir vilja hansara, skal fáa mong høggini; v48 men tann, sum ikki veit hann, og hevur gjørt tað, ið er høgg vert, skal fáa fá høggini. Men av einum og hvørjum, sum mikið er givið, skal mikið verða kravt, og einum og hvørjum, sum mikið er litið til, skal tess meira verða kravt av.