Lukas 15,1-10
Teksturin í dag er Lukas 15,1-10
Jógvan Højgaard lesur.
v1 Men allir tollarar og syndarar hildu seg nær at honum fyri at lýða á hann. v2 Og bæði Fariseararnir og hinir skriftlærdu knarraðu og søgdu: «Hesin fagnar syndarum og etur saman við teimum.» v3 Men hann talaði hetta líknilsi til teirra og segði: v4 «Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? v5 Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; v6 og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: «Samgleðist við mær, tí at eg havi funnið seyð mín, sum burtur farin var.» v7 Eg sigi tykkum: Soleiðis skal verða meiri gleði í himni um ein syndara, sum vendir um, enn um níggju og níti rættvís, sum ikki hava umvending fyri neyðini. v8 Ella hvør kona, sum hevur tíggju drakmur og missir eina drakmu, tendrar ikki ljós og sópar húsið og leitar væl, inntil hon finnur hana? v9 Og tá ið hon hevur funnið hana, kallar hon saman vinkonur sínar og grannkonur og sigur: «Samgleðist við mær; tí at eg havi funnið ta drakmuna, sum eg misti.» v10 Soleiðis, sigi eg tykkum, verður gleði hjá Guðs einglum um ein syndara, sum vendir um.»