Lukas 1,57-66
Teksturin í dag er Lukas 1,57-66
Jørgen Andreasen lesur.
v57 Men hjá Elisabet leið tað at teirri stundini, at hon skuldi føða, og hon átti ein son. v58 Og grannar og frændur hennara fingu at frætta, hvussu stóra miskunn Harrin hevði sýnt henni, og teir gleddust saman við henni. v59 Og tað hendi áttanda dagin, tá komu teir at umskera barnið; og teir ætlaðu at kalla tað Sakarias eftir faðir hansara. v60 Og móðir hansara svaraði og segði: «Nei, men Jóhannes skal hann eita.» v61 Og teir søgdu við hana: «Tað er eingin í tíni ætt, sum ber hatta navnið.» v62 Men teir gjørdu tekin til faðirs hansara, hvat hann vildi, at tað skuldi eita. v63 Og hann bað fáa sær eina talvu og skrivaði soleiðis: «Jóhannes er navn hansara.» Og allir undraðust. v64 Men í sama viðfangi opnaðist muður hansara og tunga, og hann talaði og lovaði Guði. v65 Og ótti kom á øll, sum búðu har í nánd hjá teimum. Og í øllum fjallabygdunum í Júdeu varð nógv talað um øll hesi tíðindi. v66 Og øll, sum frættu hetta, løgdu sær tað í geyma og søgdu: «Hvat man fara at verða av hesum barni?» Tí at hond Harrans var við honum.