Lukas 17,1-10
Teksturin í dag er Lukas 17,1-10
Torleif Johannesen lesur.
v1 Men hann segði við lærusveinar sínar: «Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar koma; men vei tí, sum teir koma frá. v2 Tað hevði verið betri fyri hann, at ein mylnusteinur var hongdur um hálsin á honum, og hann var kastaður í havið, enn at hann skuldi vera ein meinbogi fyri einum av hesum smáu. v3 Hyggið um tykkum sjálvar. Um bróðir tín syndar, tá hav at honum; og um hann iðrast, tá fyrigev honum. v4 Og um hann sjey ferðir um dagin syndar ímóti tær og sjey ferðir kemur aftur til tín og sigur: «Eg iðrist,» tá skalt tú fyrigeva honum.» v5 Og ápostlarnir søgdu við Harran: «Gev okkum meiri trúgv.» v6 Men Harrin segði: «Um tit høvdu trúgv sum eitt sinopskorn, tá kundu tit sagt við hetta morberjatræið: «Slít teg upp við rót og set teg niður í havið;» og tað hevði verið tykkum lýðið. v7 Men hvør tykkara, sum hevur ein húskall, ið pløgir ella røktar seyð, man siga við hann, tá ið hann kemur heim av markini: «Kom higar alt fyri eitt og set teg til borðs»? v8 Man hann ikki heldur siga við hann: «Ger tað til, sum eg skal hava til náttverðar og gyrð teg og borðreið fyri mær, meðan eg fái mær at eta og drekka, og síðan kanst tú eta og drekka?» v9 Man hann veita húskallinum tøkk fyri, at hann gjørdi tað, sum honum var lagt á? v10 Somuleiðis eisini tit; tá ið tit hava gjørt alt tað, sum tykkum er lagt á, sigið tá: «Vit eru ónýtir tænarar; vit hava eina gjørt tað, sum var skylda okkara at gera.»»