Lukas 22,1-13
Teksturin í dag er Lukas 22,1-13
Pól Jóhannessen lesur.
v1 Men hátíð hinna ósúrgaðu breyða, sum tey kalla páskir, nærkaðist. v2 Og høvuðsprestarnir og hinir skriftlærdu løgdu ráð saman um, hvussu teir skuldu fáa tikið hann av døgum; tí at teir ræddust fólkið. v3 Men Sátan fór í Judas, sum kallaður var Iskarjot og var ein í tali teirra tólv; v4 og hann fór og fann høvuðsprestarnar og høvuðsmenninar á máli um, hvussu hann skuldi fáa hann givnan upp til teirra. v5 Og teir vórðu glaðir og lovaðu at geva honum pening. v6 Og hann tók við og royndi nú at fáa føri til at geva hann upp til teirra so stillisliga, at ongan vardi. v7 Men dagurin fyri hinum ósúrgaðu breyðunum kom, tá ið páskalambið átti at verða dripið; v8 og hann sendi Pætur og Jóhannes avstað og segði: «Farið og gerið okkum páskalambið til, so at vit kunnu halda máltíð!» v9 Men teir søgdu við hann: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera tað til?» v10 Men hann segði við teir: «Sí, tá ið tit koma inn í staðin, man ein maður møta tykkum, sum ber eina krukku av vatni. Honum skulu tit fylgja at teimum húsunum, sum hann fer inn í; v11 og so skulu tit siga við húsbóndan í húsunum: «Meistarin letur siga tær: Hvar er herbergið, har sum eg kann eta páskalambið saman við lærusveinum mínum?» v12 Og hann man tá vísa tykkum ein stóran sal, borðreiddan; har skulu tit gera tað til.» v13 Og teir fóru og funnu tað alt soleiðis, sum hann hevði sagt teimum, og teir gjørdu páskalambið til.