Lukas 22,39-46
Teksturin í dag er Lukas 22,39-46
Andrias Magnussen lesur.
v39 Og hann gekk út og fór sum hann var vanur til Oljufjallið; og lærusveinarnir fylgdust eisini við honum. v40 Og tá ið hann var komin á staðin, segði hann við teir: «Biðið, at tit ikki mega koma í freisting!» v41 Og hann fór frá teimum okkurt um eitt steinkast og legðist á knæ og bað og segði: v42 «Faðir, hevði tú viljað tikið hesa skál frá mær! Men verði tó ikki mín vilji, men tín!» v43 Men ein eingil av himni birtist fyri honum og styrkti hann. v44 Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. v45 Og tá ið hann reistist frá bønini og kom til lærusveinarnar, hitti hann teir sovandi av trega. v46 Og hann segði við teir: «Hví sova tit? Standið upp og biðið, fyri at tit ikki mega koma í freisting!»