Lukas 2,25-38
Teksturin í dag er Lukas 2,25-38.
Pól Jóhannessen lesur.
Teksturin er úr nýggjá sáttmálanum.
25 í Jerusalem búði ein maður, sum æt Símeon. Hann trúði á Gud og livdi eftir hansara vilja, og hann væntaði, at jødarnir skuldu verða frelstir. Heilagi Andin hevði talað við hann 26 og sagt, at hann skuldi ikki doyggja, fyrr enn hann hevði sæð Messias. 27 Tann dagin, Maria og Jósef vóru í templinum í Jerusalem at gera, sum skrivað stóð, leiddi Heilagi Andin Símeon niðan í templið. 28 Tá ið hann sá barnið, tók hann tað í føvningin og takkaði Gudi: 29 Harri, eg eri tænari tín, og nú kann eg doyggja í friði, sum tú hevur lovað mær. 30 Nú havi eg við egnu eygum mínum sæð frelsu tína, 31 sum tú gevur øllum heimsins fólki. 32 Frelsan verður sum eitt ljós fyri øllum og ein heiður fyri okkum jødar.” 33 Jósef og Maria undraðust á alt, sum sagt var um sonin. 34 Simeon vælsignaði tey bæði og segði við Mariu: Hetta barn er sett nógvum í Israel til fall og uppreisn. Fólk fara at geva honum mótstøðu, 35 og av tí fer hann at avdúka, hvør hjartans hugsan teirra er. Tú fert sjálv at kenna tað, sum verður tú gjøgnumstungin við svørði” 36 í Jerusalem var eisini ein profetur, sum æt Anna. Hon var dóttir Fanuels, av ættargrein Asers, og hon var gomul, hevði verið gift í 7 ár sum ung, 37 og síðan hevði hon verið einkja og var nú 84 ár. Hon var altíð í templinum, og dag og nátt sýndi hon Gudi kærleika við bøn og føstu. 38 Hon kom eisini og lovaði Gudi og talaði um barnið við øll, sum væntaðu, at Jerusalem skuldi verða frelst.
Teksturin frá biblia.fo
v25 Og sí, í Jerúsalem var ein maður, nevndur Símeon, og hesin maður var rættvísur og gudrøkin, og hann væntaði troyst Ísraels; og heilagi andin var yvir honum. v26 Og heilagi andin hevði gjørt hann varan við, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrr enn hann hevði sæð hin salvaða Harrans. v27 Og hann kom leiddur av andanum inn í halgidómin; og tá ið foreldrini komu inn við barninum Jesusi fyri at gera við tað, sum siður var eftir lógini, v28 tá tók hann tað í føvningin og lovaði Guði og segði: v29 «Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; v30 tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, v31 sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, v32 eitt ljós til at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael, fólk títt.» v33 Og faðir hansara og móðir hansara undraðust á tað, ið sagt varð um hann. v34 Og Símeon vælsignaði tey og segði við Mariu, móður hansara: «Sí, hesin er settur mongum í Ísrael til fals og til uppreisingar og til eitt mótmælismerki, – v35 ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum, – til tess at hjartans hugsan hjá mongum má gerast kunn.» v36 Og har var ein profetkvinna, Anna Fanuelsdóttir, av Assers ætt; hon var avgomul, hevði livað saman við manni sínum sjey ár aftan á jomfrúdagar sínar, v37 og hevði nú sitið einkja fram at fýra og áttati ára aldri. Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Guði við føstu og bønahaldi nátt og dag. v38 Eisini hon kom til í teirri somu stund og lovaði Guði og talaði um hann við øll, sum væntaðu bjarging Jerúsalems.