Lukas 24,36-53

 

Teksturin í dag er Lukas 24,36-53

Ólavur Jacobsen lesur.

v36 Men best sum teir tala um hetta, stóð hann sjálvur mitt ímillum teirra; og hann sigur við teir: «Friður veri við tykkum!» v37 Men teir hvukku við og vórðu óttafullir og hildu seg síggja ein anda. v38 Og hann segði við teir: «Hví eru tit so fullir av ræðslu, og hví kemur ivi upp í hjørtum tykkara? v39 Hyggið at hondum mínum og fótum mínum, at tað eri eg sjálvur! Nemið við meg og síggið, at ein andi hevur ikki hold og bein, soleiðis sum tit síggja meg hava.» v40 Og tá ið hann hevði sagt hetta, sýndi hann teimum hendur sínar og føtur sínar. v41 Men tá ið teir enn ikki kundu trúgva fyri gleði og vóru fullir av undran, segði hann við teir: «Hava tit nakað etandi her?» v42 Og teir góvu honum eitt stykki av stoktum fiski (og eitt sindur av eini hunangskøku). v43 Og hann tók tað og át tað, so teir sóu. v44 Men hann segði við teir: «Hetta eru tey orð míni, sum eg talaði til tykkara, meðan eg enn var hjá tykkum, at alt tað eigur at ganga út, sum er skrivað í Móselóg og profetunum og sálmunum um meg.» v45 Síðan læt hann upp fyri skynsemi teirra, so at teir kundu skilja skriftirnar. v46 Og hann segði við teir: «Soleiðis er skrivað, at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin, v47 og at í navni hansara eigur at verða prædikað umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum fólkasløgum, og byrjast skal frá Jerúsalem. v48 Tit eru vitni um hetta. v49 Og sí, eg sendi fyrijáttan faðirs míns yvir tykkum; men tit skulu halda tykkum kvirrar í staðinum, inntil tit verða íklæddir kraft frá tí høga.» v50 Og hann førdi teir út, yvir ímóti Betániu, og hann hevði upp hendur sínar og vælsignaði teir. v51 Og tað hendi, í tí hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum (og varð lyftur upp til himmals). v52 Og teir tilbóðu hann og vendu aftur til Jerúsalem við miklari gleði. v53 Og teir vóru støðugt í halgidóminum og lovaðu Guði.