Lukas 6,20-26
Teksturin í dag er Lukas 6,20-26
Ólavur Jacobsen lesur.
v20 Og hann hevjaði upp eygu síni og leit at lærusveinum sínum og segði: «Sælir eru tit, fátækir, tí at tykkara er Guðs ríki. v21 Sælir eru tit, sum nú líða hungur, tí at tit skulu verða mettir. Sælir eru tit, sum nú gráta, tí at tit skulu læa. v22 Sælir eru tit, tá ið menn hata tykkum, og tá ið teir koyra tykkum út og háða tykkum og vanvirða navn tykkara sum eitt, ið ilt er, fyri menniskjusonarins skuld. v23 Fegnist á tí degi og leypið av gleði, tí sí, mikil er løn tykkara í himli; tí at á sama hátt gjørdu fedrar teirra við profetarnar. v24 Men vei tykkum, tit ríku, tí at tit hava longu tikið upp uggan tykkara. v25 Vei tykkum, tit sum nú eru mettir, tí at tit skulu líða hungur. Vei tykkum, sum nú læa, tí at tit skulu syrgja og gráta. v26 Vei tykkum, tá ið allir menn tala væl um tykkum; tí at á sama hátt gjørdu fedrar teirra við hinar følsku profetarnar.