Lukas 9,18-27

 

Teksturin í dag er Lukas 9,18-27

Jørgen Andreasen lesur.

v18 Og tað hendi, meðan hann var einsamallur og helt bøn, at lærusveinar hansara vóru hjá honum, og hann spurdi teir og segði: «Hvønn siga fólk meg vera?» v19 Men teir svaraðu og søgdu: «Jóhannes doyparan; summi: Elia; og summi, at ein av hinum gomlu profetunum, ið fyrr vóru, er risin upp.» v20 Men hann segði við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» Tá svaraði Pætur og segði: «Guðs Kristus.» v21 Men hann legði teimum ríkan við ikki at siga hetta fyri nøkrum, v22 og segði: «Menniskjusonurin eigur at líða mangt og verða útskotin av hinum elstu og høvuðsprestunum og hinum skriftlærdu og verða tikin av døgum og at rísa upp á triðja degi.» v23 Og hann segði við øll: «Vil onkur fylgja mær, tá skal hann avnokta sjálvan seg og taka upp kross sín dagliga og fylgja mær. v24 Tí at hvør tann, sum vil bjarga lívi sínum, skal missa tað; men hvør tann, sum missir lív sítt fyri mínar sakir, hann skal bjarga tí. v25 Tí at hvat gagnar tað manni at hava vunnið allan heimin, men hava mist sjálvan seg ella bøtt afturfyri við sjálvum sær? v26 Tí at hvør tann, sum skammast við meg og orð míni, hann skal menniskjusonurin skammast við, tá ið hann kemur í dýrd síni og faðirsins og heilaga einglanna. v27 Men av sonnum sigi eg tykkum: Nøkur av teimum, sum her standa, skulu ikki smakka deyðan, fyrr enn tey síggja Guðs ríki.»