Lýðið á hann!

Skrivað: Jóannis Fonsdal

Ein av stóru uppgávunum hjá nýggja amerikanska forsetanum, Joe Biden, verður at savna ta syndraðu tjóðina. Ein stórur partur av hesi syndran snýr seg um, hvørjum ein lurtar eftir, og hvønn ein trýr á.

Hesumegin Atlanshavið hava vit kanska hug at øtast um tað, sum hendir í USA. Tó mugu vit minnast til, at teir ymsu bólkarnar í samfelagnum virka út frá tí, tey hava hoyrt, lisið og trúgva á. Tí, tey halda er sannleikin og tað besta fyri tey.

Okkara fatan av veruleikanum og sannleikanum er jú í stóran mun myndað av tí, vit hoyra, síggja og trúgva á.

Fyri meg er hetta ein áminning um at vera varin við, hvat eg hoyri, síggi og lati meg ávirka av.

Tá ið Pætur, Jákup og Jóhannes vóru við Jesusi uppi á fjallinum, fingu teir prógv fyri, at Jesus var sonur Guds. Teir hoyrdu eisini Guds rødd siga: «Hesin er sonur mín, hin elskaði, sum eg havi góðan tokka til. Lýðið á hann!» (Matt 17,5)

Tað er eisini avgerandi fyri okkum at lýða á hann – Guds son. Og vit hava ríkar møguleika at hoyra rødd hansara gjøgnum tað, hann hevur sagt í Bíbliuni.

Bíbliulesnaður ávirkar okkum, men eisini manglandi bíbliulesnaður.