Lýdni

Skrivað: Judith Johannesen

”Try being obedient, and watch what God does in your life”

Eg hoyrdi hetta orðatakið í einari talu, sum eg lurtaði eftir fyrr í vikuni. Helt tað var so gott! Men so
fangaði eg meg sjálvan í at hugsa – er hetta veruliga so í mínum lívið? Hvussu sær hetta út? Hvussu
sær tað út í tínum lívið? Eru vit lýðin Guði? Hvat hendir tá vit eru lýðin Guði og hansara orði í
okkara lívið?

Lærusveinarnir vóru lýdnir! Hygg hvat teir sloppu at uppliva, bæði ringt og gott. Tora vit at verða
so lýðin Guði at tað ferð út um okkara grensir, men so eisini síggja menniskju venda sær til Jesus,
og geva teirra lív til hann! Í Ápostlasøguni kap.2 hoyra vit longu um fleiri menniskju, ið blivu frelst.
Vit eru óivað fleiri sum leingjast eftir einari veking, í okkara landi, í okkara samkomum ella í
okkara egna lívið. Hvat skal til fyri at Guð veruliga kann brúka okkum sum síni amboð? Fyri
summi eru vit tann einasta ”Bíblian” tey lesa – síggja tey Guð í okkum?

”Tí at hugsanir mínar eru ikki hugsanir tykkara og vegir tykkara ikki vegir mínir, sigur Harrin;” –
Jes 55,8

Vit hava ofta hug at hava stýr á tingunum, hava eina ætlan og tora vit illa at dumma okkum, tí vit
hugsa hvat onnur hugsa um okkum. Men Guðs hugsanir og vegir eru ikki eins og okkara! Hann er
so nógv størri enn vit, og hevur ætlanir við okkara lívið! Vit eru noydd at yvirgeva okkum. Tora at
sleppa kontrol, og bara verða lýðin – og síðani hyggja hvat Guð faktiskt sleppur at gera í okkara
lívið og ígjøgnum okkum, tá vit eru lýðin.