Málið er himmalin

Skrivað: Kári Henriksen

Hesa síðstu vikuna havi eg sæð fleiri smáfuglar flogið runt um skipið; teir hava leitað eftir einum staði at hvíla seg; onkrir av teimum hava sett seg og hvílt seg eina løtu. Aðrir hava bara flogið runt um skipið og ikki torað at sett seg. Hetta eru nokk flytifuglar, sum eru á veg til annað stað. Onkrar hava vit seinni funnið deyðar, og aðrir eru farnir víðari á leiðini eftir eina góða hvíld og møguliga eitt sindur av vatni og føði.

Andliga eru vit øll á ferð, okkara ferðamál er himmalin. Ferðin er sum hjá fuglunum ein long ferð. Á ferðini møta vit ymiskum, og vit hava bæði undan- og mótvind. Á okkara andligu ferð er umráðandi, at vit eisini fáa mat og drekka, at vit lesa í Bíbliuni og koma saman at hoyra Guðs orð.

Tað hendir eisini, at vit villast, vit missa kósina og koma av leið. Tá er ofta gott hjá okkum at hava onnur trúgvandi at stuðla okkum fram móti málinum.