Manglar tær mót?

Skrivað: Hans Kristian Justesen

“Latum okkum tí við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð!” (Hebr 4,16)

“Kastið tí ikki frá tykkum treyst tykkara, sum hevur stóra løn!” (Hebr 10,35)

Er tað nakrantíð, at tær manglar mót og frímóð at venda tær til Guds?

Tað er nógv, sum lættliga kann forða okkum vegin til Guds. Ein, tvær, tríggjar ella fýra syndir, sum plága, og sum fáa okkum at halda, at nú er ikki júst rætta tíðin at tosa við Gud – tann heilaga. Tað kann eisini vera tann ringa samvitskan av, at tað er so langt síðan, at eg las nakað nevnivert í Guds orði. Ella okkurt heilt annað, sum onkursvegna megnar at stjala frímóðið frá mær og tær. Frímóðið at ganga fram at hásæti náðinnar.

Gud er heilagur. Gud hatar og dømir syndina. Hansara fullkomuleiki ger, at hann ikki kann síggja ímillum fingrarnar við nakrari synd. Á dómadegi verður einki undantak gjørt.

Puha… Hvat verður so burturúr mær, neyðars menniskja. Eg, sum hugsi so nógvar skitnar tankar og geri so nógv, sum átti at verið ógjørt. Ja, okkurt av tí tolir nokk als ikki at koma fram í dagsins ljós.

“Tí at so elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív” (Jóh 3,16)

Tí at so elskaði Gud meg og teg, at hann gav son sín, hin einborna… Gud er heilagur og tolir ikki synd. Men samtíðis elskar hann menniskjað so nógv, at hann av egnum vilja valdi at geva sín einasta son inn í deyðan – sum eitt loysigjald fyri mína og tína synd.

Játta vit tí syndir okkara og trúgva á Jesu verk á Golgata og lata hann sleppa inn sum harra í hjørtu okkara, so skulu vit verða frelst – bjargað undan dóminum. Syndin er fyrigivin. Hetta eru gleðitíðindini.

Trúgva vit og liva í hesum, kunnu vit við frímóði ganga fram at hásæti náðinnar, fyri at vit kunnu fáa miskunn og finna náði til hjálpar í tímiligari tíð. (Hebr 4,16)

Okkum nýtist ikki at bíleggja tíð, okkum nýtist ikki at pynta uppá okkum, áðrenn vit koma.

Vit kunnu og mugu koma, júst sum vit eru!