Mansins dagar – Guds miskunn
”Mansins dagar eru sum grasið, sum blómin á markini so blómar hann. Tá vindurin yvir hann fer, er hann horvin, og heimstað hans hann ei kennir meir. Men Harrans miskunn heldur á um aldur og ævir, og rættvísi hans røkkur til barnabørn móti teim, sum halda sáttir hans og boð hans minnast, tey at útinna. ”
Sálm.103,15-18
Mansins dagar eru sum grasið. Hetta verða vit mint um serliga nú, slótturin er fyri. Líggin fer gjøgnum grasið og dregur ein sveipin fyri og annan eftir saman í líggjaskógv. Hvørt strá verður skorið av, einki er eftir, um væl er sligið.
Sum grasið, sigur sálmaskaldið, eru mansins dagar. Soleiðis er lív okkara, í dag stendur grasið í blóma, í morgin er tað skorið av. Tað er ikki undarligt, at deyðin verður nevndur maðurin við líggjanum.
Hetta minnir um stuttleika lívs várs. Tað er bert ein stuttur leikur.
Javnt við ein stuttan andadrátt, vit tiva,
metast má løtan, vit á fold her liva!
Hon kann haldast long hjá tí unga. Hjá børnum tykist summarið langt, men nú, tað er farið, varð tað kortini stutt. Og soleiðis er lívið, stutt, ofta styttri, enn vit hugsa.
Tað er seinni, enn tú trýrt, hevur onkur sagt.
– – – –
Men sjálvt um lívið er sum grasið, hevur sálmayrkjarin gott treysti. Hann eigur ein annan kunnleika, sum ger, at sjálvt um lívið verður mett saman við grasið á markini, so er hann kortini ikki vónleysur.
Tað er kunnleikin um Guds miskunn.
Upp ímóti hansara egna stutta lívi og tí miðloysi, sum tað harvið kann fáa, kennir hann Gud. Guds miskunn, sum varir, gevur lívi hans innihald og mál.
Og ongantíð hevur tað verið so neyðugt, sum júst nú í okkara tíð, har menniskjan er so upptikin av sær sjálvari, og vónloysið spøkir í hvørjum mannabarmi, at Gud ikki verður gloymdur. Skal lív okkara ikki enda sum bos fyri vindi, má Gud binda tað til sín. Hann má vera kjarnin, hin avgerandi tátturin í lívi okkara.
Og tað er tað, hann vil vera. Við at vísa okkum, hvussu stutt og lítilsvert lív okkara er, og við at lata okkum kenna sína miskunn, sum røkkur út um mál og mark, vil Harrin Gud siga við okkum: Uttan meg verður lív tykkara fyri ongum.
Hann gav okkum Jesus, fyri at hann við deyða sínum skuldi gera tann máttleysan, sum hevur deyðans veldi, djevulin, og fría út øll tey, sum av deyðaræðslu vóru undir trældómi alla lívsævi sína.(Hebr.2,14-15).
”At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! ”
Sálmur 90,12
J.M.