Markus 1,14-20

Skrivað: Andrias Magnussen

 

Teksturin í dag er Markus 1,14-20

Andrias Magnussen lesur.

v14 Men eftir tað at Jóhannes var givin upp, kom Jesus til Galileu og prædikaði gleðiboðskapin um Guð v15 og segði: «Tíðin er fullkomin, og Guðs ríki er í nánd! Vendið um og trúgvið gleðiboðskapinum!» v16 Og í tí hann fór gangandi fram við vatninum í Galileu, sá hann Símun og Andrias, bróður Símunar, fáast við at seta gørn á vatninum; tí at teir vóru fiskimenn. v17 Og Jesus segði við teir: «Komið og fylgið mær, og eg skal lata tykkum verða mannafiskimenn.» v18 Og í stundini fóru teir frá gørnunum og fylgdu honum. v19 Og tá ið hann hevði gingið eitt sindur longur fram, sá hann Jákup, son Sebedeusar, og Jóhannes, bróður hansara, sum eisini vóru á báti og bøttu gørnini hjá sær. v20 Og við tað sama rópaði hann teir, og teir lótu faðir sín, Sebedeus, verða eftir á bátinum saman við bønarmonnunum, og fóru aftan á honum.