“Marta, Marta hví stríðist tú so?”

Skrivað: Hanna Skorastein

Nú jólini stunda til, kom eg at hugsa um henda sangin sum Lisa Fredriksberg sang so vakurt fyri nøkrum árum síðan.

“Marta, Marta hví stríðist tú so? Maria hevur valt hin góða lutin … … Tú gert tær stríð og órógv av mongum.”

Vit kenna øll søguna um Jesus, sum kom á gátt hjá systrunum báðum, Martu og Mariu. Heilt víst vóru báðar glaðar um at fáa Jesus á gátt. Men Marta, sum so mongum kvinnum líkt, fór at stákast og hevði mikið stríð av at gera alt so gott fyri gestin, sum var komin á gátt. Maria settist við Jesu føtur at lýða á hansara talu.

Latum okkum ikki gloyma, hvat jólini snúgva seg um. Latum okkum ikki missa Jesus burtur í allari stákan, um talan so er um jólini, ella hvørt talan er um gerandisdagin, sum er fyltur við skyldum av øllum handa slagi. Latum okkum ikki í gerandisdegnum gloyma, at Jesus eigur at verða nummar eitt í okkara lívi.

Jesus, hjálp okkum at tú – mitt í allari stákan og skyldum annars, altíð ert fremstur í okkara lívi. Amen.

“Men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.” (Luk 10,42)