Matteus 12,22-30

 

Teksturin í dag er Matteus 12,22-30

Andrias Magnussen lesur.

v22 Tá varð førdur til hansara ein maður við einum illum anda, og hann var blindur og dummur; og hann grøddi hann, so at tann dummi talaði og sá. v23 Og allar mannamúgvurnar stóðu bilsnar og søgdu: «Man hetta ikki vera Dávidssonurin?» v24 Men tá ið Fariseararnir hoyrdu tað, søgdu teir: «Hesin maður rekur ikki út illar andar uttan við Beelsebul, høvdinga teirra illu andanna.» v25 Men við tað at hann kendi hugsan teirra, segði hann við teir: «Hvørt ríki, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, verður lagt oyðið; og hvør bygd og hvørt heim, ið er komið í ósemju við seg sjálvt, kann ikki standa við. v26 Og um Sátan rekur út Sátan, tá er hann komin í ósemju við sjálvan seg, og hvussu kann ríki hansara tá standa við? v27 Og um eg reki út hinar illu andarnar við Beelsebul, við hvørjum reka tá synir tykkara sjálvs teir út? Teir skulu tí verða dómarar tykkara. v28 Men um eg reki út hinar illu andarnar við Guðs anda, tá er Guðs ríki komið á tykkum. v29 Ella hvussu kann nakar fara inn í húsini hjá hinum sterka og ræna ognarlutir hansara, uttan at hann fyrst hevur bundið hin sterka? Tá kann hann ræna hús hansara. v30 Tann, ið ikki er við mær, er ímóti mær; og tann, ið ikki savnar við mær, hann skilir sundur.