Matteus 13,10-17

 

Teksturin í dag er Matteus 13,10-17

Andrias Magnussen lesur.

v10 Og lærusveinarnir komu til hansara og søgdu við hann: «Hví talar tú til teirra í líknilsum?» v11 Men hann svaraði og segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál himmiríkisins, men teimum er tað ikki givið. v12 Tí at hvør tann, ið hevur, honum skal verða givið, so at hann skal hava í yvirflóð; men hvør tann, ið ikki hevur, frá honum skal verða tikið sjálvt tað, ið hann hevur. v13 Av teirri grund tali eg til teirra í líknilsum, tí at tey, tó at tey síggja, ikki síggja, og tó at tey hoyra, ikki hoyra, ei heldur fata. v14 Og teimum viðvíkjandi verður tað sannað, ið Jesaja profeteraði, tá ið hann sigur: «Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. v15 Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum, og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.» v16 Men sæl eru eygu tykkara, tí at tey síggja, og oyru tykkara, tí at tey hoyra; v17 tí at sanniliga sigi eg tykkum, at mangir profetar og rættvísir tráaðu eftir at síggja tað, ið tit síggja, og sóu tað ikki, og at hoyra tað, ið tit hoyra, og hoyrdu tað ikki.