Matteus 13,24-30 & 36-43
Teksturin í dag er Matteus 13,24-30 & 36-43
Ólavur Jacobsen lesur.
Hann flutti fram eitt annað líknilsi fyri teir og segði: «Himmiríkið er líkt einum manni, ið sáaði gott sáð í veltu sína. v25 Men meðan fólkini svóvu, kom óvinur hansara og sáaði illgresi upp í hveitina og fór so avstað. v26 Men tá ið sáðið vaks upp, og akurin var aksaskotin, tá kom eisini illgresið til sjóndar. v27 Og húskallar húsbóndans komu tá og søgdu við hann: «Harri, sáaði tú ikki gott sáð í veltu tína? Hvaðani hevur hon tá fingið illgresið?» v28 Men hann segði við teir: «Hetta hevur ein illviljaður maður gjørt.» Men húskallarnir siga við hann: «Vilt tú tá, at vit skulu fara at lúka tað burtur?» v29 Men hann segði: «Nei, fyri at tit, tá ið tit royta illgresið burtur, ikki skulu slíta hveitina upp við.» v30 Latið bæði sløgini vaksa saman til heysta; og á heystadegi vil eg siga við akurskurðarmenninar: Hentið fyrst illgresið saman og bindið tað í bundi til at brenna, men berið hveitina inn í løðu mína.»
v36 So fór hann frá mannamúgvunum og kom heim til húsa. Og lærusveinar hansara komu til hansara og søgdu: «Grein fyri okkum líknilsið um illgresið í kornveltuni.» v37 Men hann svaraði og segði: «Tann, ið sáar hitt góða sáðið, er menniskjusonurin; v38 og veltan er heimurin; og hitt góða sáðið tað eru børn ríkisins, men illgresið, tað eru børn hins ónda; v39 Og óvinurin, ið sáaði tað, er djevulin; men heystið er veraldar endi, og akurskurðarmenninir eru einglar. v40 Sum nú illgresið verður hentað saman og brent í eldi, soleiðis skal eisini verða við veraldar enda. v41 Menniskjusonurin skal senda út einglar sínar, og teir skulu henta saman úr ríki hansara alt, ið er til meinboga, og øll, ið gera órætt, v42 og kasta tey í eldovnin; har skal verða grátur og tannagrísl. v43 Tá skulu hini rættvísu skína eins og sólin í ríki faðirs teirra. Hvør, ið oyru hevur, hann hoyri!