Matteus 16,13-23

 

Teksturin í dag er Matteus 16,13-23

Jógvan Højgaard lesur.

v13 Men tá ið Jesus var komin til bygdaløgini við Kesarea Filippi, spurdi hann lærusveinar sínar og segði: «Hvønn siga menn menniskjusonin vera?» v14 Men teir søgdu: «Summir siga: Jóhannes doyparin; summir: Elia og summir: Jeremia ella ein av profetunum.» v15 Hann sigur við teir: «Men tit, hvønn siga tit meg vera?» v16 Tá mælti Símun Pætur og segði: «Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.» v17 Men Jesus svaraði og segði við hann: «Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur, tí at hold og blóð hevur ikki opinberað tær tað, men faðir mín, sum er í himlunum. v18 Men eg sigi tær eisini: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. v19 Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.» v20 Tá beyð hann lærusveinunum ongum at siga frá, at hann var Kristus. v21 Frá teirri stund tók Jesus at sýna lærusveinum sínum, at hann átti at fara til Jerúsalem og útstanda nógv av teimum elstu og høvuðsprestunum og teimum skriftlærdu og at verða sligin í hel og á triðja degi at rísa upp aftur. v22 Og Pætur tók hann burtur frá og fór at hava at honum og segði: «Náði teg Guð, Harri! Aldri veri tær hetta fyri!» v23 Men hann vendi sær á og segði við Pætur: «Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.»