Matteus 19,1-12

 

Teksturin í dag er Matteus 19,1-12

Torleif Johannesen lesur.

v1 Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað hesi orð, tá fór hann avstað úr Galileu og kom til bygdaløgini í Júdeu, hinumegin Jórdan. v2 Og stórar mannamúgvur fylgdu honum, og hann grøddi tey har. v3 Og Fariseararnir komu til hansara og freistaðu hann og søgdu: «Er tað loyviligt at skiljast við konu sína, av hvørji grund tað so er?» v4 Men hann svaraði og segði: «Hava tit ikki lisið, at skaparin frá upphavi skapaði tey kall og konu, v5 og segði: «Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?» v6 So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Guð tí hevur samankomið, má maður ikki sundur skilja.» v7 Teir siga við hann: «Hví gav tá Móses boð um at lata hana fáa eitt skilnaðarbræv og skiljast við hana?» v8 Hann sigur við teir: «Vegna hjartans harðleika tykkara eftirlíkaði Móses tykkum at skiljast við konur tykkara; men frá upphavi hevur tað ikki verið so. v9 Men eg sigi tykkum, at tann, ið skilst við konu sína, fyri hors sakir undantikið, og giftist við eini aðrari, hann drívur hor. v10 Lærusveinarnir siga við hann: «Eru mansins viðurskifti við konuna soleiðis vorðin, tá er ikki gott at giftast.» v11 Men hann segði við teir: «Ikki øll fata hetta orðið; men bert tey, sum tað er givið. v12 Tí at tað eru geldingar til, ið soleiðis eru føddir úr móðurlívi; og tað eru geldingar til, ið eru geldir av monnum, og tað eru geldingar til, ið hava gelt seg sjálvar fyri himmiríkis sakir. Tann, ið er mentur at fata hetta, hann fati tað!»