Matteus 24,32-42

 

Teksturin í dag er Matteus 24,32-42

Ólavur Jacobsen lesur.

v32 Men lærið líknilsið av fikutræinum. Tá ið gróðurin er komin í greinarnar og leyvið fer at spretta, tá vita tit, at summarið er í nánd. v33 Soleiðis skulu tit eisini vita, at tá ið tit síggja alt hetta, tá er hann í nánd, fyri durunum. v34 Sanniliga sigi eg tykkum: henda ætt skal ikki ganga undir, fyrr enn alt hetta hevur hent. v35 Himmalin og jørðin skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki ganga undir. v36 Men um tann dag og tíma veit eingin, sjálvt ikki himmalsins einglar, ei heldur sonurin, men eina faðirin einsamallur. v37 Men eins og dagar Nóa vóru, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. v38 Tí at eins og tey í døgunum framman undan flóðini miklu ótu og drukku, giftust og giftu, líka til tann dagin, tá ið Nóa gekk inn í ørkina, v39 og tey ongum skoyttu, fyrr enn flóðin mikla kom og tók tey øll burtur, soleiðis skal eisini koma menniskjusonarins verða. v40 Tá skulu tveir menn vera staddir úti á markini; annar verður tikin við, og annar verður eftir. v41 Tvær konur skulu mala á kvørnini; onnur verður tikin við, og onnur verður eftir. v42 Vakið tí; tí at tit vita ikki, á hvørjum degi harri tykkara kemur!