Matteus 25,14-30
Teksturin í dag er Matteus 25,14-30
Ólavur Jacobsen lesur.
v14 Tí at tað er rætt sum ein maður, sum ætlaði sær út av landinum at ferðast og kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum tað, ið hann átti, upp í hendur; v15 og einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær og hinum triðja eina, hvørjum eftir sínum førimuni, og so fór hann av landinum. v16 Men við tað sama fór tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, og handlaði við teimum og vann aðrar fimm talentir. v17 Somuleiðis vann eisini tann, sum fingið hevði tvær, aðrar tvær. v18 Men tann, sum fingið hevði hina einu, fór og gróv eitt hol í jørðina og fjaldi pengarnar hjá húsbónda sínum. v19 Men tá ið long tíð var umliðin, kemur húsbóndin hjá hesum húskøllum aftur og ger upp roknskapin við teir. v20 Og tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, kom fram og hevði aðrar fimm talentir við sær og segði: «Harri, tú fekst mær fimm talentir; sí, aðrar fimm talentir havi eg vunnið.» v21 Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!» v22 Tá kom eisini tann fram, sum fingið hevði hinar tvær talentirnar, og segði: «Harri, tú fekst mær tvær talentir; sí, aðrar tvær talentir havi eg vunnið.» v23 Húsbóndi hansara segði við hann: «Tað var væl gjørt, tú góði og trúgvi húskallur! Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum. Far inn til gleði harra tíns!» v24 Síðan kom eisini tann fram, sum fingið hevði hina einu talentina, og segði: «Harri, eg kendi teg, at tú ert ein harður maður, ið heystar inn, har sum tú ikki sáaði, og savnar saman, har sum tú ikki stroyddi; v25 og eg óttaðist og fór tí burtur og fjaldi talent tína í jørðini. Sí, her hevur tú títt!» v26 Men húsbóndi hansara svaraði og segði við hann: «Tú illi og lati húskallur! Tú visti, at eg heysti inn, har sum eg ikki sáaði, og savni saman, har sum eg ikki stroyddi! v27 Tú átti tí at hava sett peningar mínar inn hjá peningavekslarunum; so hevði eg, tá ið eg kom heim, kunnað fingið mítt aftur við rentu. v28 Takið tí talentina frá honum og latið tann, sum hevur hinar tíggju talentirnar, fáa hana. v29 Tí at einum og hvørjum, sum hevur, skal verða givið, og hann skal hava í yvirflóð; men tann, sum einki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann hevur. v30 Og kastið hin ódugna húskallin út í myrkrið fyri uttan; har skal verða grátur og tannagrísl!»