Matteus 26,1-13
Teksturin í dag er Matteus 26,1-13
Ólavur Jacobsen lesur.
v1 Og tað hendi, tá ið Jesus hevði endað allar hesar talurnar, tá segði hann við lærusveinar sínar: v2 «Tit vita, at um tveir dagar koma páskirnar, og tá verður menniskjusonurin givin upp at verða krossfestur.» v3 Tá komu høvuðsprestarnir og hinir elstu fólksins saman í borgini hjá høvuðsprestinum; hann æt Kaifas. v4 Og teir hildu ráð saman um at grípa Jesus við listum og taka hann av døgum. v5 Men teir søgdu: «Ikki um hátíðina, at tað ikki má verða uppreist í fólkinum.» v6 Men tá ið Jesus var komin til Betániu og var inni við hús hjá Símuni spitalska, v7 tá kom ein kvinna fram til hansara við eini alabastur-krukku við sera dýrabarari salvu og helti hana út yvir høvur hansara, sum hann sat til borðs. v8 Men tá ið lærusveinarnir sóu hetta, ilskaðust teir og søgdu: «Hvat skal henda burturspillan til? v9 Tí at hetta kundi verið selt fyri nógvar pengar og givið fátækum.» v10 Men tá ið Jesus varð varur við tað, segði hann við teir: «Hví gera tit kvinnuni ónáðir? Tí at hon hevur gjørt eina góða gerð ímóti mær. v11 Fátæk hava tit altíð hjá tykkum: men meg hava tit ikki altíð. v12 Tí at tá ið hon helti hesa salvuna út yvir likam mítt, gjørdi hon tað til tess at búgva um meg til jarðarferðina. v13 Sanniliga sigi eg tykkum, at hvar sum helst um allan heimin hesin gleðiboðskapurin verður boðaður, har skal eisini tað, sum hon gjørdi, verða frásagt til áminningar um hana.»