Matteus 26,36-46

 

Teksturin í dag er Matteus 26,36-46

Jógvan Højgaard lesur.

v36 Tá kemur Jesus við teimum í ein urtagarð, sum eitur Getsemane, og hann sigur við lærusveinarnar: «Setist her, meðan eg fari burtur hagar og haldi bøn.» v37 Og hann tók Pætur og teir báðar synir Sebedeusar við sær, og hann gjørdist syrgin og tók so sára at kvíða. v38 Tá sigur hann við teir: «Sál mín er sorgarbundin heilt til deyða. Verið her og vakið við mær!» v39 Og hann fór eitt sindur burtur frá teimum, legði seg fram eftir grúgvu, bað og segði: «Faðir mín, er tað gjørligt, tá lat hesa skál fara um meg; tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt!» v40 Og hann kemur til lærusveinarnar og hittir teir sovandi, og hann sigur við Pætur: «So vóru tit ikki mentir at vaka ein tíma við mær! v41 Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.» v42 Uppaftur á øðrum sinni fór hann burtur frá teimum og bað og segði: «Faðir mín, um tað ikki er gjørligt, at henda skál kann ganga um meg, uttan at eg skal drekka hana, tá verði vilji tín!» v43 Og hann kom og hitti teir uppaftur sovandi; tí at eygu teirra vóru tyngd av svøvni. v44 Og hann fór frá teimum, gekk uppaftur avstað og bað triðju ferð og segði aftur tey somu orðini. v45 Hann kemur tá aftur til lærusveinarnar og sigur við teir: «Sova tit enn og hvíla tykkum? Sí, stundin er komin, og menniskjusonurin verður givin upp í syndara hendur. v46 Standið upp! Latum okkum fara! Sí, tann, ið meg svíkur, er í nánd.»