Matteus 27,45-56
Teksturin í dag er Matteus 27,45-56
Torleif Johannesen lesur.
v45 Men frá sætta tíma kom myrkur um alt landið líka til níggjunda tíma. v46 Men um níggjunda tíma rópaði Jesus við harðari rødd og segði: «Eli, eli, lama sabaktani?» Tað er: «Guð mín, Guð mín, hví fórt tú frá mær?» v47 Men nakrir av teimum, ið har stóðu, søgdu, tá ið teir hoyrdu hetta: «Hann rópar eftir Elia.» v48 Og við tað sama leyp ein teirra til og tók ein svamp og fylti hann við ediki og setti hann á ein rørstav og gav honum at drekka. v49 Men hinir søgdu: «Bíða, lat okkum síggja, um Elia kemur at bjarga honum.» v50 Men Jesus rópaði aftur við harðari rødd og gav upp andan. v51 Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, v52 og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; v53 og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. v54 Men tá ið høvuðsmaðurin og teir, sum saman við honum hildu vakt yvir Jesusi, sóu landskjálvtan og tað, ið til barst, vórðu teir ógvuliga ræddir og søgdu: «Sanniliga var hesin sonur Guðs!» v55 Men har vóru mangar kvinnur, sum stóðu burtur frá og hugdu at, tær, sum høvdu fylgt Jesusi úr Galileu og høvdu tænt honum. v56 Teirra millum var Maria Magdalena og Maria, móðir teirra Jákups og Jósefs, og móðirin at Sebedeusarsonunum.