Mátturin í bønini

Skrivað: Andrias Magnussen

"Megnað bøn av rættvísum manni er mikið ment". (Ják 5, 16b)

Ákab var kongur í Ísrael, tá ið Elia var profetur. Ákab var ein sera ringur kongur, og lýsingin av honum er, at hann gjørdi tað, sum var ilt í eygum Harrans og háttaði sær verri enn allir, ið undan honum høvdu verið (1. Kong 16, 30) Ísrael hevði ein vánaligan kong, og støðan í Ísrael var vánalig. Tá fekk Elia profetur boð um at siga við Ákab, at tað ikki fór at regna í trý ár. Elia bað til Guds, og tað varð soleiðis, sum hann bað. Einki regn kom av himli í trý ár. Gud var við Elia, og hann bønhoyrdi hann, tá ið hann bað.

Guds lyftið til okkum í dag er júst tað sama, sum tað var til Elia. Tá vit biðja til hansara, so hoyrir hann okkum. Elia var maður undir somu korum sum vit. Elia var eisini bert eitt menniskja. Kortini brúkti Gud hann í síni tænastu. Gud vil eisini brúka teg sum sítt vitni júst har, sum hann hevur sett teg.

Tað er trygt og gott at vita, at vit kunnu leggja øll okkara viðurskifti í Guds hendur, og at Gud hoyrir okkum tá ið vit biðja, eins og hann hoyrdi Elia, tá ið hann bað. Tá ið vit kenna okkum lítil og veik, so kunnu vit leggja okkum í Guds sterku hendur. Tað gevur mátt til okkara gerandisdag.

Tað gav mátt, tá tú helt saman hendur,

– hóast hondin var lítil og veik –

Tá til alveldis Gud tú teim vendir,

Aldri neyðstadda barn sítt hann sveik.

MS 243