Meir enn eg megni
“Kasta tína byrði á Harran, og hann skal halda tær uppi! Allar ævir hann ikki vil loyva, at rættvísur fótfesti missir!” (Sl 55,23)
Hevur tú onkuntíð kent tað soleiðis, at Gud hevur givið tær meir, enn tú megnar at bera? At tú ikki ert nóg sterk/ur at koma ígjøgnum tað, sum lívið hevur bjóðað tær? Eg vænti, at vit eru fleiri, sum hava upplivað tungar byrðar, stórar sorgir og truplar umstøður – hvønn venda vit okkum til tá? Tá vit hava tikið ímóti Guds frelsu, so eru vit rættvísgjørd í honum, og her lovar hann okkum, at allar ævir vil hann ikki loyva, at rættvísur missir fótafesti. Gud hevur lovað, at hann skal halda okkum uppi, og at hann skal verða við okkum í hvørjum feti, vit taka.
Hóast Guds lyftir, so kann tað kennast tungt og møtimikið – tá er tað ofta sera gott fyri meg at fáa sett orð á tað, sum eg føli og berið uppá, og venda tað til lovsang til Gud. Hesin sangurin niðanfyri hevur hjálpt mær so sera nógv við tí. At kasta allar byrðarnar yvir á Gud og játta, at eg eri ikki nóg sterk/ur í mær sjálvum. At lata Gud traðka inn í umstøðurnar og taka mínar byrðar á seg.
“You must, you must think I’m strong,
To give me what I’m going through.
Well, forgive me, forgive me if I’m wrong,
But this looks like more than I can do,
On my own.
I know I’m not strong enough to be,
Everything that I’m supposed to be,
I give up, I’m not strong enough
Hands of mercy won’t you cover me,
Lord right now I’m asking you to be
Strong enough, strong enough
For the both of us.”