Meistarin er her og kallar á teg

Skrivað: Anna Marjun Hentze

Hoyrdi samrøðu í Lindini. Preben Hansen og Símun Absalonsen tosaðu um jólaboðskapin í evangeliunum, hvussu Jesus kom, sum Jesaja hevði profeterað, sum tann eyðmjúki Harrans tænarin – tann líðandi og stríðandi Messias.

Teir tosaðu  um munin millum:

  1. Jesu komu í fjósinum í Betlehem, har hann kom fyri at taka á seg heimsins synd – hann, tað syndafría offurlambið og
  2. Jesu afturkomu í himmalsins skýggjum. Ikki sum offurlamb, men nú sum kongur. Leyvan av Juda, ið hevur sigrað.

Fyrru ferð fyri at vinna fongin, menniskjuni, aftur frá Illamanni.

Seinnu ferð fyri at gera upp, og taka børn síni, ið vilja lata seg finna av honum, heim til sín.

Tíðin har ímillum er náðitíðin, og hon er nú.

Tá Jesus kemur aftur sum tann, ið hevur sigrað, endar náðitíðin. Tá kann tann, sum í gerandisdegnum játtar syndir sínar fyri Jesusi, syngja:

“Náði, at hann fann meg,

náði, at hann vann meg,

náði, at hann bar meg heim til sín!”

Tann, sum vrakar Jesus, hevur tá einki at syngja um, men verður sjálvur vrakaður.

Tað er mitt í gerandisdegnum at avgerðin verður tikin.

Í dag er Gud at finna.

Meistarin er her og kallar á teg.