Men Gud segði: “Tín dári”

“Men Guð segði við hann: »Tín dári! í hesi nátt verður sál tín heimtað av tær; og hvør skal tá fáa tað, sum tú hevur vunnið?«”
Luk.12,20

 

Men Gud segði. – Hetta ljóðar rætt sum hamarslag. Hvussu virðisleyst er ikki nú tí ríka bóndanum tað, sum øll onnur siga. Nú er einki meir at siga. Gud hevði hitt seinasta orðið – hitt allarseinasta.

Men Gud segði: “Tín dári!” Hin ríki bóndin var ikki bert eitt eiti. Tvørturímóti. Alt vignaðist væl fyri honum. Hann var eisini ein virksamur maður, og tað eigur hann ikki at fáa last fyri. Men her var hent nakað syrgiligt við honum. Hann hevði gjørt eitt álvarsamt mistak. Honum tókti, at menniskjalívið og tess vælferð verður tryggjað av tí nógva, sum ein fær um hendur. Men lív okkara verður tryggjað á heilt øðrum grundarlagi. Tað veldst um, í hvørs hondum vit eru við øllum, sum vit hava fingið upp í hendur.

Hann hevði fingið gjørt heimin og teir lutir, sum eru í heiminum, til Gud sín. Men tað, sum um ræður, er at fáa Gud og alt, sum hevur við hansara vilja at gera, gjørt til eins egnu tilveru. Tí var hann ein dári, sjálvt um hann hevði framúrskarandi menniskjalig evni.

Dári er hann, ið sigur, at Gud er ikki til. Størri dári er hann, ið sigur Gud at vera til, men sum kortini ber seg at í lívinum eftir egnum tykki uttan at spyrja um vilja Guds. Og dári er hann, sum roynir at fáa seg sjálvan at trúgva, at egnir tankar um Gud eru meira at fara eftir enn tað, Gud sjálvur sigur í orði sínum.

Munur er á at vera klókur og at vera vísur, og eisini er munur á at vera fávitskutur og at vera ein dári. Klókskapur og fávitska siga nakað um, hvussu við veit við viti okkara, meðan vísdómur og tað at vera dári siga nakað um støðu okkara til hin æviga spurningin, um okkara viðurskifti við lívsins Skapara og Harra.

Hitt versta, ið kann vera okkum fyri, er til allarseinast at hoyra Guds dóm yvir okkum: tín dári – !
Kai Jensen