Men hann sær ikki út sum ein prestur

Skrivað: Hanna Skorastein

Sum so mong ung, so arbeiddi eg eisini í nøkur ár í kiosk, meðan eg tók mína útbúgving. Tað eina kvøldið eg var til arbeiðis, vóru nakrar smágentir inni og keyptu. Nú kemur prestur, sum tá var í bygdini, inn at keypa eisini. Og eg hoyrdi hesar fittu smágenturnar tutla og teska saman. So letur í tí einu: “Men hann sær ikki út sum ein prestur.”

 

Hetta fekk bæði meg og prest, sum hoyrdi hvørt orð, at smílast. Hann var jú ikki í prestakjóla, og sá út sum ein hvør annar.

 

Aftaná havi eg mangan hugsa um orðini hjá hesi smágentuni. Hann sá ikki út sum ein prestur. Hvussu síggi eg út? Hvat tosi eg um? Hvat tori eg kanska ikki at tosa um? Sæst tað á mær, at eg eigi Jesus í mínum hjarta? Uppføri eg meg, sum tað sømir seg einum trúgvandi menniskja?

 

Fremsta ætlan Guðs er jú at eitt og hvørt menniskja skal koma at kenna sannleikan og verða frelst. Og hendan uppgávan – at fortelja menniskjum um frelsuna, sum vit eiga í Jesusi – er litin okkum øllum, sum hoyra honum til, upp í hendurnar. Og í honum eiga vit eisini lyfti um, at vit eru ongantíð einsamøll.

 

“Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar … Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.”​​​Matt. 28,19-20

 

Góði Jesus, hjálp mær, soleiðis at eg ikki setist aftur, at fortelja øðrum um teg, og gævi at tað altíð mátti sæst á mær, at eg eigi teg í mínum hjarta.

 

Amen.