Men, Jesus, hvussu ber tað til

Skrivað: Kristianna Johannesen

Men, Jesus, hvussu ber tað til,

so fáur gætur geva vil

tí hjartans kærleika hjá tær,

teg dró frá himli ørmum nær!

 

Gott nýggjár!

Jólahátíðin er av, og vit eru komin inn í eitt nýtt ár. Vit ynskja hvørjum øðrum gleðilig jól og bera hvørjum øðrum góð nýggjársynski. Soleiðis er tað á hvørjum ári.

Gud ynskti okkum menniskjum eisini tað allarbesta. Gud, sum var frá upphavi og skal vera um aldur og allar ævir, skapaði himin og jørðina og alt annað, sum í rúmdini er. Gud hevði eisini øll góð ynski fyri øllum, hann skapti. Gud ynskti, at menniskjan frá upphavi skuldu liva ævigt saman við honum. Men menniskjan fór av leið. Gud hevði tó eina frelsisætlan til okkum. Vit lesa í Galatarbrævinum 4,4-5:

“Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Gud son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin” (Gal 4,4-5).

Hesi serrættindi kunnu gerast okkara, um vit vilja taka ímóti Jesusi, sum okkara persónliga frelsara, hann sum elsakði okkum so høgt, at kærleikin dró hann frá himli, fyri at frelsa okkum. Latið okkum vera mong, sum í hesum ári vera við at tæna okkara himmalska frelsara, vilja vera við at peika á hann, soleiðis at fleiri og fleiri koma til persónliga trúgv og av hjarta ynskja at tæna Gudi.

Gud hálpi okkum at tæna honum.