Menniskja – hvar ert tú?
”Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: »Hvar ert tú?« ”
1.Mós.3,9
Vit kenna øll hesa syndarligu frásøgnina frá fyrstu døgum menniskjans. Tann eydnuríka, sorgleysa tilveran í Edens urtagarði fór í sor, tá ið menniskjuni undir ávirkan av Sátans makt brutu Guds boð.
Ádam átti í hesi støðu at rópt á Gud, fallið niður fyri honum og biðið um náði og reinsan. Í staðin fyri goymir hann seg og hylur seg. Syndarin leitar ikki upp Gud og rópar: ”Gud mín, hvar ert tú?”, men Gud leitar upp syndaran og rópar: ”Ádam, hvar ert tú?”
Soleiðis er støðan eisini í dag. Seyðurin villist og kemur ikki aftur í rættina; men hin góði hirðin – Jesus – leitar eftir tí burturvilsta seyðinum og ber hann á herðunum heim aftur.
Syndin skapar ótta. Óttin skapar ofta ringar nervar og nevrosur. Vit kunnu undrast á, hvussu hjúnaskilnaður, brotsverk og evnismisnýtsla økist í stórum. Hvør er orsøkin? Tað er ógjørligt at viðgera trupulleikan, um vit ikki kenna orsøkin! Hvat er tað, sum stendur aftan fyri hin unga brotsmannin, tey ólukkuligu sorlaðu heimini ella gentuna í ungdómsárunum, sum missir reinleika sín? Kanningar og viðtal høvdu helst komið við mongum ymiskum frágreiðingum og svørum; men aftan fyri alt finna vit ormin, slanguna, sum eisini í dag lokkar og villeiðir menniskju at bróta Guds orð. Hvar hevur tú fjalt teg? Hevur tú krógvað teg í stuttleikalívinum, haldilslívinum ella vísindini?
Trænum, sum Ádam og Eva fjaldu seg aftan fyri, bagdi einki; men Gud hevði ikki skapt tað sum eitt goymistað. Gjøgnum tænarar sínar, í møtum og tílíkum leitar Gud eftir tær. Hvar ert tú?
Tú, sum lesur hesa lítlu áheitan: Harrin hevur funnið teg og vil tosa við teg. Sig: ”Harri, her eri eg. Fyrigev mær alla mína synd og frels sál mína.”
Torkild Terkelsen. ”Himmelveien”. Effie Campbell umsetti