“Mín frið gevi eg tykkum”

Skrivað: Helena Hansen

“Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum; eg gevi tykkum ikki eins og heimurin gevur. Hjarta tykkara óttist ikki og ræðist ikki!” (Jóh 14,27)

Harrin bjóðar tær og mær ein frið, hvørs líka vit ikki kenna í hesum heimi. Eg upplivdi kraftina av Guds friði heilt týðiliga við eina jarðarferð. Hóast tíðin brádliga var komin at enda hjá einum Guds barni, stóð vitnisburðurin greiður eftir. Viðkomandi hevði funnið frið í frelsuni og hevði glett seg at sleppa heim til Himmals. Tað var ótrúliga rørandi at kenna Heilagan Anda opinbera Guds frið fyri samkomuni, og eg kendi meg eyðmjúka fyri Gudi, sum ræður yvir øllum og sum er so nógv størri enn hesin heimur.

Familjan samgleddist við tí farna, at viðkomandi var sloppin heim til Faðir sín, og hóast sorg og sakn, so kendist Guds friður yvir teimum.

“Hjarta tykkara verði ikki óttafult! Trúgvið á Gud, og trúgvið á meg!” (Jóh 14,1). Hesa somu troyst, sum lærusveinarnir fingu, fáa vit eisini í dag. Tá vit venda okkum til Jesus, tá kann hann við Heilaga Anda sínum taka búgv í hjørtum okkara og geva okkum sín frið.