Mín Jesus, eg ei gloyma kann!
”Og tá ið hann var í deyðaangist, bað hann enn meira tráliga, og sveitti hansara varð rætt sum blóðsdropar, sum fullu á jørðina. ”
Luk.22,44
Brøðrasamfelagið var hitt fyrsta samfelagið, sum fyri álvara fór at senda trúboðarar til papuararnar, eitt fólk, sum stendur lágt í siðmenning, hoyrir til hina malanesisku fólkaættina og býr á Ný Guinea og einstøkum smáum oyggjum har nærindis.
Í árinum 1850 vórðu tveir menn sendir hagar – Täger og Spiesecke itu teir. Og í 10 ár sáaðu teir Guds heilaga orð í trúgv og við trúskapi uttan at síggja tekin til nakrar fruktir.
So ein dagin, meðan annar trúboðarin stendur og prædikar um Jesus sum hin góða seyðamannin, rópar ein av teim innføddu úr mannfjøldini, sum lurtaði – Pepper, æt hann – „Jú, hatta er kærleiki, tygum tala um, tað er so vist, so vist“!
Aftaná vísti trúboðarin Pepper nakrar bíbilskar myndir, harímillum eina mynd av frelsaranum í Getsemane. Seinni um kvøldið kom Pepper inn hjá trúboðaranum heima við hús og segði: „Eg veit ikki, hvussu hetta er vorðið. Men eg eri komin til at gráta um syndir mínar, og í áðni meðan eg var eftir vatni har niðri í ánni, tá fekk eg hetta ikki úr huga mínum, at Jesus hina náttina fór inn í urtagarðin Getsemane at biðja og bað, so at sveittin gjørdist til blóð – og hetta var fyri meg!“
Hesi seinastu orðini segði hann soleiðis, at trúboðarin var heilt rørdur. Hann legði seg niður á knæ og bað við Pepper.
Aftaná henda dagin mátti Pepper í heilum siga monnum sínum frá tí góða seyðamanninum, og meðan hann talaði, runnu tárini honum so stríð oman eftir teimum vátu kjálkunum. Orð hansara gingu fólki til hjarta. Skjótt fekk nú Pepper savnað ein fittan flokk av papuarum um boðskapin um hin góða seyðamannin, sum setti lív sítt til fyri seyðirnar, og um frelsaran, sum bað har í Getsemane, meðan sveitti hansara gjørdist til blóð.
„Mín Jesus, ei eg gloyma kann, tá eyga leit á hann
tá ið eg sá teg sveitta blóð, har í Getsemane.“