Mín Jesus veit alt um meg

Skrivað: Anna Marjun Hentze

Á summarlegu á Kambsdali fyri 40 árum síðani ella meir minnist eg ein bíbliutíma, har Johannes Mortensen greiddi frá sangi sínum (yrktur eftir Sálmi 139):

“Mín Jesus veit alt um meg
og kennir hvørt mítt spor,
hann veit um hvønn mín tanka
og hoyrir ósøgd orð.”

Hann hugleiddi um fyrstu reglu í niðurlagnum, har hann kundi velja at seta “tó” ella “tí”.

Kann eg vera tryggur, hóast Jesus veit alt um meg?
ella at hann veit alt um meg?
– Í báðum førum. Men hann valdi at skriva:

“Og tí eg eri tryggur,
eg veit, hann elskar meg,
hann aldri av mær hyggur
men fylgir allan veg.”

(Sí eisini Sálm 103,10-14)

Onkuntíð var eg gestur í teirra hugnaliga heimi. Mortensen var nærlagdur í sínum skrivliga arbeiði fyri Guds ríki. Konan, Elma, var á sín friðarliga hátt ein aktivur og virdur samstarvsfelagi,  tá hann týddi. Tey bóðu fyri arbeiðinum og fyri menniskjum.

“Minnist til vegleiðarar tykkara, sum hava talað Guds orð til tykkara; lítið at endalyktini á ævi teirra, og fylgið so trúgv teirra eftir!” (Hebr 13,7)

Far í friði. Tæn Gudi við gleði. Jesus fylgi tær.