Minnist tey tørvandi hesi jólini!

Skrivað: Christopher

Á jólum minnast vit, at okkara frelsari varð føddur. Vit minnast vísmenninar og hirðarnar, einglarnar, sum lovaðu Gudi, og tann undurfulla føðingin í einum fjósi.

Vit mugu eisini minnast hinar partarnar av søguni. Tey fyrst jólini var ein tíð við pólum: Ein tíð við offurvilja og fátækradømi, av óndum og góðum. Vísmenninir komu við gulli, roykilsi og myrru. Tað er eingin ivi um, at Jósef og Maria hugsaðu um alt møguligt, sum tey kundu brúka hesar gávurnar til. Tey kundu keypt nýggj klæðir ella gjørt íløgur í snikkaravirkseminum.

Ávaringin í dreyminum broytti tó allar hesar ætlanir. Knappliga vóru tey kastað í tilveruna sum flóttafólk. Teirra peningur og ognir í Nasaret høvdu nú einki virði. Tað var eingin møguleiki at fáa fatur í teimum ognum, sum tey áttu. Einans klæðini, sum tey vóru í, kundu tey nú telja sum sína ogn. Tá ið tey fóru úr Nasaret, roknaðu tey einans við at vera heilt stutt í Betlehem, og tí tóku tey ikki so nógv við sær. Tey høvdu heilt vist ikki roknað við at enda í Egyptalandi.

Vísmenninir hildu seg geva eina gávu til ein ungan kong. Samanumtikið, vórðu teirra gávur nýttar sum stuðul til familjuna í útlegd. Jósef og Maria vórðu noydd at ferðast til eitt ókent land, har ið teirra fólkaslag var lítið virt.

Ivaleyst hava tey verið noydd til at halda seg burtur frá hinum jødunum í Egyptalandi, so at Heródes ikki skuldi finna útav, hvar tey vóru. Tey vóru sera einsamøll í einum fremmandum landi, og tey noyddust at venda hvørjum oyra, tey høvdu við sær.

Jólaevangeliið er bundið at politikki, einaræðisharrum og at tey sterku kúga tey veiku. Børn vórðu dripin, meðan foreldrini sóu. Í slíkari støðu flýggja tey, sum hava møguleika og pengar til tað. Títt starv og tínar ognir hava ongan týdning longur. Tað einasta, sum hevur týdning, er at koma burtur og bjarga lívinum.

Fyri familjuna hjá Jesusi kom gávan frá vísmonnunum júst í røttu løtu. Tað gav teimum møguleika at flýggja og at venda aftur seinni til at byrja lívið aftur í heimbygdini, tá ið umstøðurnar loyvdu tí. Seinni fór henda flóttafamiljan at gera eina stóra ávirkan á allan heimin.

Latið okkum minnast vísmenninar hesi jól. Teir ferðaðust frá einum fjarskotnum landi. Ikki fyri at móttaka, men fyri at geva – ikki fyri at fáa signing, men fyri at lovprísa – ikki fyri at verða væl við tey ríka og valdsmiklu, men fyri at hjálpa teimum flýggjandi flóttafólkunum frá teimum óndu einaræðisharrunum. Latið okkum framhaldandi minnast Guds gávu og vísa takksemi við at geva og hjálpa. Jólini snúgva seg ikki einans um at geva gávur til familju og vinir. Jólini snúgva seg eisini um at hjálpa teimum fátæku og forfylgdu. So lat okkum eisini geva fátækum flóttafólkum úr Sýria, Jemen og aðrastaðni eitt sindur av okkara gulli, roykilsi og myrru.