Minst til loynikamar títt

Skrivað: Helena Hansen

Vit liva í eini tíð, har alt gongur við rúkandi ferð. Gerandisdagurin fyllist skjótt við uppgávum og ymiskum virksemi. Eins og okkum tørvar mat hvønn dag, so tørvar okkum eisini andaliga føði dagliga. Minnast vit tó til at nøkta okkara andaliga tørv? Minnast vit til at lesa í Guds orði, at nýta tíð saman við honum? Søkja vit vegleiðing frá honum?

“Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum” (Sl 119,9).

Harrin vil við orði sínum vegleiða okkum og lýsa okkum vegin heim til Himmals: “Títt orð er ein lykt fyri fóti mínum, eitt ljós á gøtu míni” (Sl 119,105).

Jesus fór burtur frá mannamúgvunum, tá hann skuldi halda bøn og tala við Gud. Tað er  týdningarmikið, at vit eisini minnast til at fara burtur frá virkseminum og larminum í dagligdegnum, fyri at vera saman við Gudi í friði. “Men tú, tá ið tú heldur bøn, tá far innar í kamar títt og lat aftur hurð tína og bið til faðir tín, sum er í loyndum, og faðir tín, sum sær í loyndum, skal gjalda tær” (Matt 6,6). Minst til loynikamar títt.