Mjørki

Skrivað: Judith Johannessen

“tí at eg, Harrin Gud tín, haldi teg í høgru hondina og sigi við teg: Óttast ikki, eg hjálpi tær” (Jes 41,13)

Eg eri blivin rættiliga hugtikin av mjørka ta síðstu tíðina. Ikki tí eg haldi tað verða tað kulasta og mest upplyftandi veðrið, tá tað er mjørki – men eg haldi, hann er hugtakandi!
Onkrar dagar liggur mjørkin uppiyvir øllum fjøllunum hjá okkum, og vit síggja allar tindarnar og dalarnar – men vit síggja ikki sólina og himmalin. Aðrar dagar liggur mjørkin mitt í millum, og vit kunnu føla tað, sum ein dýna hevur lagt seg uppiyvir okkum – vit síggja ikki tindarnar. So hava vit eisini eitt tað mest hugtakandi slagið av mjørka her í Føroyum, nevniliga pollamjørka. Hann leggur seg har nirri við, og vit kunnu hyggja oman á hann – hann leggur seg eisini bara ávís støð, ávísar bygdir í senn.

Oftari eg hugsi um hetta, fleiri og fleiri andaligar myndatalir fái eg burturúr. Eg havi ofta følt tað soleiðis, at tað er, sum um okkurt liggur ímillum meg og Gud – “eitt tjúkt lag av mjørka”. Eg síggi hann ikki og føli, at eg náði ikki upp til hann. Eg síggi ikki tindarnar í lívinum, men eg síggi bara tað, sum er beint frammanfyri meg. Tá hevur man ofta hug at missa mótið.

Ein sólskins dag við pollamjørka kunnu vit fara ein túr niðan á ein fjallatind, og kenslan, tá man nær toppin, er bara so fantastisk – man sær niður á mjørkan, sum liggur bara ávís støð. Soleiðis kann tað eisini kennast í lívinum. At vit eru komin upp á tindin, og vit síggja niður á mjørkan = tað tunga, vit fóru ígjøgnum. Eisini kann man hugsa, at hjá summum av okkara nærmastu liggur pollamjørkin enn tungt omanyvir teimum, og hvat gera vit tá fyri at hjálpa teimum út úr myrka mjørkanum?

Tað týdningarmiklasta at minnast er, mjørkin hvørvur altíð! Hann er ikki varandi. Vit vita, at tindarnir og sólstrálurnar eru har, tí vit hava sæð tær ein vakran summardag.

Hvørjar myndatalur fært tú burturúr, tá tú hugsar um mjørka og tað andaliga lívið?

“Sum royk eg striki út tíni misbrot og sum skýggj tínar syndir; vend við til mín, tí at eg eri loysnari tín” (Jes 44,22).