Náði mín er tær nóg mikið!

Skrivað: Marjun Lómaklett

Flestu av okkum kenna alt ov væl til ótta og stúran viðvíkjandi heilsuni, børnunum, foreldrunum, yrkinum ella fíggjarstøðuni?

At okkurt er viðkomandi er nakað annað enn ampi og stúran mótvegis Gudi, sum ongantíð hevur svikið, men altíð er umsorganarfullur og trúfastur móti okkum menniskjum.

At vera óttafullur, stúrin og órógvin er sum við einum kavabólti; tað byrjar við, at hann er lítil, men meðan tú bóltar hann fram í kavanum, verður hann størri og størri og als ikki til at hava við at gera. Tessvegna eiga vit at leggja okkum eftir at steðga øllum ampa og stúrni, áðrenn tey vaksa seg ov stór – so at siga.

Paulus ápostul sigur í øðrum brævi sínum til Korintmanna: “Náði mín er tær nóg mikið!” (12,9). Gud gevur okkum alt, ið okkum tørvar í dag; soleiðis eiga vit eisini at líta á Hann í morgin og framhaldandi at seta alt álit okkara á Harran, Gud okkara.

Hetta er trygt og gleðiligt at hoyra og sanna, ið eisini er við til at veita dirvið til ókenda dagin, ið liggur okkum fyri framman. Tøkk fái Gudi fyri, at vit trygt og álitsfult kunnu líta á, at Gud hevur umsorgan fyri okkum og er við okkum í dag – og í morgin – og allar dagar alt til veraldar enda.