Náði
Brot úr bókini Náðiveking eftir Charles R. Swindoll:
Hugsa tær, at tú eigur ein son, sum er seks ár. Tú ert ógvuliga góður við hann, men so ein dag frættir tú, at sonurin er myrdur. Eftir drúgvar kanningar verður brotsmaðurin funnin. Tú sleppur at velja. Hevði tú gjørt tað, tú kundi, fyri at dripið drápsmannin? – so hevði tað verið hevnd. Men letur tú myndugleikarnar taka sær av tí og døma hann eftir lógini – ein rættvís rættarsøk, hann játtar seg sekan og fær strangasta dóm – so er tað rættvísi. Men hevði tú skotið upp at fyrigivið manninum og eftirgivið honum alt, boðið honum heim til tín sjálvs og tikið hann til tín sum tín egna son – tað hevði verið náði.
Eingin av okkum, ið lesur hetta, hevði kunnað gjørt tað, sum stendur til seinast í hesum brotinum. Men Gud ger hetta hvønn dag. Vit eru øll sek, vit eru øll syndarar, vit hava ikki uppiborið fyrigeving, men Gud fyrigevur okkum við síni náði, gjøgnum Jesu deyða á krossinum, tá vit venda okkum til hann og biðja um fyrigeving.
Gud veitir okkum ikki bara fyrigeving, hann bjóðar okkum at búgva heima hjá sær, at vit verða ein partur av hansara familju í allar ævir.
Hetta er ikki rættvíst, hetta er ikki uppiborið, hetta er náði.