Aftur til forsíðu

Náðin eina

Náðin eina

Skrivað: Torleif Johannesen

“Náði mín er tær nóg mikið” (2 Kor 12,9).

Paulus hevði havt eitt drúgt sálarstríð. Ferð eftir ferð hevði hann rópt til Guds um at sleppa undan eini ávísari byrði, einum torni í holdinum. Gud hevði sagt nei.

Guds nei botnaði ikki í, at bønin var biðin í sjálvgóðsku, í manglandi álvara, ella í tí at Gudi dámar, at børn hansara skulu bera byrðar og líða. Nei, Guds nei botnaði í, at hann skuldi læra, at náði Guds var honum nóg mikið.

At hava nóg mikið, ja, meira enn nóg mikið í náði Guds aleina, er ein trupul sannleiki at læra. Holdið og stoltleikin vilja fegin hava sína ávirkan og æru, og so má Gud gjarna taka um endan við tí, sum restar í, so tú kanst standa mát fyri tí rættvísa og heilaga Gudi.

Við tí hugburði undirgrevur tú Guds náði og stendur uttanfyri hana. Tú kemur ongantíð at kunna hvíla trygt í eini frelsu, sum tú sjálvur ert partur av grundarlagnum undir. Tí nær er leiklutur tín nóg stórur, álvarsamur og fullkomin? Sannleikin er tann, at einki av tínum, sjálvt ikki tað besta í tær ella tað besta, tú ger ella hugsar, dugir sum frelsugrundarlag ella sum stuðul til náðina.

Glataður ert tú og verður tú, so leingi nakað av tínum egna liggur sum grund undir frelsuni, tí alt títt er dálkað av synd. Frelstur ert tú og verður tú, um náði Krists verður tín frelsugrund aleina. Í og við Jesu deyða og uppreisn opinberaði og rætti Gud tær náði sína – Jesus Kristus.

Jesu blóð hevur runnið og hevur strikað allar syndir út – eisini tínar. Tað er grundarlagið, tað er NÁÐIN. Játta tí syndirnar fyri Gudi, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar teg frá allari synd (1 Jóh 1,7). Tá livir og hvílir tú í náðini.

A+