Náðin verður givin teimum, sum ikki hava uppiborið hana

Skrivað: Bent Djurhuus

“Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guds gáva” (Ef 2,8).

Náði, ja, hvat er náði? Tað er ikki so lætt hjá okkum menniskjum at fanga ella fata hesa náðina, tí at hon er bjóðað okkum, hóast vit als ikki hava uppiborið hana.

Í dagligdegnum eru vit til arbeiðis, og vit fáa løn eftir, hvat vit hava gjørt, og vit fáa tað, sum vit hava uppiborið. Og soleiðis er tað við tí mesta her í lívinum.

Men við náðini er tað heilt øðrvísi. Náðin er Guds tilboð til okkara. Við náðini fáa vit so nógv meir, enn vit hava uppiborið.

Í Lukas 14 lesa vit líknilsið um ta stóru kvøldmáltíðina. Nógv blivu bjóðað, tí alt var tilgjørt. Men tey flestu bóru seg undan. So blivu kryplingar, hølt, fátæk og onnur bjóðað. Her verður náðin ikki oyðslað til teirra, sum hava uppiborið hana, men til teirra, sum ikki hava uppborið hana. Og soleiðis er tað eisini við okkum menniskjum; vit hava øll syndað og hava ikki rætt til Guds ríki. Vit hava einki uppiborið. Men Gud bjóðar okkum sína fyrigeving og náði.

Náðin er ikki tongd at, hvat vit menniskju gera ella ikki gera. Náðin er nýggj á hvørjum morgni, og so er tað upp til hvønn einstakan okkara at gera brúk av hesi náðini, sum er bjóðað okkum.

Takk, Gud, fyri, at enn er náðitíð.